Saman við teimum báðum sjórænarunum, Revareyðu Ritu og harðliga Bertrami, bjóðar SMS leygardagin kl. 14.30 øllum børnum at verða við í skattajaktini eftir stóra skattinum, sum sigst at verða fjaldur onkustaðni í SMS. Sjórænaradrotningin Revareyða Rita, sum er oldurabbadóttir stóra sjórænarakongin Kaptein Erasmus M. Hvítskegg, manglar fólk í sjórænarabólkin hjá sær, so hon vónar, at nógv børn møta upp í SMS leygardagin. Um harðligi Bertram, sum eisini er sjórænari hjálpir til, verður spennandi at vita, tí tey bæði Revareyða Rita og harðligi Bertram hava onkuntíð áður kappast um stóra skattin. Stóra skattajaktin eftir stóra skattinum byrjar á Torginum í SMS leygardagin kl. 14.30.
Tá ið skattajaktin er av, verður lutakast millum allar luttakararnar um 10 barnamatskráir frá Burger King.










