Skattajagstran á Sjórænaraoynni

Sjórænaraoyggin er eitt danskt spæl-og-lær spæl, har børnini skulu loysa uppgávur fyri at finna skattin

Skattajagstran gerst ongantíð keðilig fyri tey minstu, og heldur ikki spælframleiðararnir tykjast at troyttast av hesum. Sjórænaraoyggin er nýggjasta boðið upp á eina interaktiva skattajagsran fyribørn frá 3 til 10 ár. Spælið er danskt og ment av fyritøkuni Homesoft.

Og hetta er eitt rímiliga gott boð, sum serliga tey minstu fara at dáma. Uppgávurnar hóska væl til evnið, og Sonja Sjóránari, Svein Sjómaður og Brúni Klistureyga saman við hinum stuttligu sjórænarunum gevur rætta stemningin við stuttligum og ónærisligum viðmerkingum. Tað er við skálkabrosi, og børnini fáa rós ella verða hartað gjøgnum spælið.


Fyri lítil og størri

Spælið fer fram á oynni hjá Svartskeggja, kapteyni. Sonja Sjóránari greiðir frá CD¹ini so øll kunnu vera við. Áðrenn byrjað verður skal veljast, um ein ynskir at loysa uppgávur við litum og figurum ella við tølum og bókstavum. So er gjørt klárt fyri teimum áðrenn og eftir fyrsta ella øðrum flokki. Ikki so býtt.

Síðani skulu børnini velja, um tey skulu á skattajagstran ella bert skulu loysa uppgávurnar. Munurin er lítil kortini. Velja tey skattajagstran, skulu allar uppgávurnar loysast fyri at vinna. Tá ein uppgáva er loyst, fáa tey eitt petti av kortinum hjá kapteyninum. Tá allir stumparnir eru savnaðir, skulu tey loysa eina uppgávu, sum leiðir beint til skattin.

Men eins einføld brúkaraflatan er, eins einfaldur er grafikkurin. Her finst ikki tað stóra sprellið í figurunum ella dýpd og smálutir í bakgrundsgrafikkinum. Uppgávurnar virka tó, og tað er tað týdningarmesta.


Tøl og figurar

Átta ymsar uppgávur eru á Sjórænaraoynni, fýra fyri hvønn barnabólk. Har er ein sníkgongd við høvuðrokning fyri tey størru og »giti-spæl« fyri tey yngru. Á strondini er eitt klassiskt minnisspæl við antin bókstavum ella figurum. Á einum mekaniskum klaveri ber til at eftirlíkna pettir av tónleiki. Og í einum stigaspæli ræður um at savna bókstavir og aftaná stava navnið á sjórænaraskipinum.


Ein lítil CD

Hetta er ein yvirkomilig CD, bæði hvat viðvíkur prísi og innihaldi. Uppgávurnar eru ymiskar og passaliga truplar fyri báðar aldursbólkarnar, men alt ov skjótt er at loysa tær. Tað tekur minni enn ein tíma fyri ein sjey-ára gamlan at loysa uppgávurnar og finna skattin. Gaman í eru tað trý ymisk trupulleikastig, men munurin á teimum er illur at fáa eyga á.

Hinvegin er tað jú ikki so galið við einum spæli, tað ber til at finna útav, og sum kann vendast aftur til og fáa eina stuttliga løtu umaftur og umaftur.


Fakta

Sjórænaraoyggin er eitt Windows spæl. Skal kunna koyra á einum 486 DX2 við 8 MB ram og fyllir 23 MB á harðdiskinum.