Skattainntøkurnar seta met

Ongan tíð áður hevur skattainntøkan hjá Sunda kommunu verið so høg, sum hon verður í 2013

Á heimasíðuni skrivar kommunan, at metta skattainntøkan fyri 2013 táttar í 50 mió kr., sum er ein vøkstur upp á góð 3% í mun til árið fyri.

 

Tey 10 árini, sum Sunda kommuna hevr verið til, eru skattainntøkurnar øktar í 32 í núverandi nærum 50 milliónir. Í sama tíðarskeiðið er fólkatalið økt við stívliga 100 fólkum, og liggur fólkatalið í løtuni um tey 1.650.