Skattainntøkurnar hjá landskassanum økjast alt meiri og meiri. Sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár er landsskatturin 5,52 prosent hægri, enn hann var tað sama tíðarskeið í fjør. Í juli var vøksturin størri enn so. Tá runnu 7,28 prosent fleiri skattakrónur í landsskassan enn sama mánað í fjør.
Eftirlønarskatturin veksur eisini. Í juli var hann 12,91 prosent hægri enn sama mánað í fjør. Samantalt fyri sjey teir fyrstu mánaðirnar var hann 12,22 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør.
Landsskatturin higartil í ár er 754.657.612 krónur ella 39.506.072 krónur hægri enn sjey teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Eftirlønarskatturin higartil í ár er 149.099.614 krónur ella 16.231.873 krónur hægri enn sama tíðarskeið í 2013.