Skattainntøkurnar hækka aftur

Landsskatturin hækkaði í februar, eftir at inntøkan í januar var eitt vet minni enn sama mánað í fjør

Meðan uppgerðin fyri januar vísti, at landsskatturin var eitt vet minni, enn hann var tað saman mánað í fjør, so sær tað betri út, nú februar er farin aftur um bak.

Tølini siga, at landsskatturin í februar í ár var 5,94 prosent hægri enn sama mánað í fjør. Hetta svarar til eina meirinntøku upp á 6,061 milliónir krónur. Hetta er merkisvert, tí í januar var landsskatturin 0,07 prosent lægri, enn hann var tað sama mánað í fjør. Tað svaraði til eina minni inntøku upp á 62.770 krónur.

Samanteljingin fyri januar og februar sigur, at fyribils skatturin hjá landinum er hækkaður við 3,02 prosentum, sammett við somu mánaðir í fjør. Tað svarar til 5.998.147 krónur. Eftirlønarskatturin er sammett við tveir teir fyrstu mánaðirnar í fjør øktur við 12,03 prosentum ella 4.424.083 krónum.

Samlaði fyribils landsskatturin fyri januar og februar er 204.483.800 krónur. Í fjør var hann sama tíðarskeið 198.485.653 krónur. Samantaldi eftirlønarskatturin er 41.197.111 krónur. Í fjør var hann 36.773.028 krónur.