Skattainntøkurnar hjá Hvalbiar kommunu hava hildnast ógvuliga væl higartil í ár, og soleiðis er eisini nógv meira peningur komin í kommunukassan.
- Meirinntøkurnar í januar og februar í ár eru ikki minni enn 665.000 krónur fleiri enn somu mánaðir í fjør, og hetta svarar til ein samlaðan vøkstur á umleið 22,58 prosent.
Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, fegnast um góðu gongdina og heldur, at øll tekin eru um, at hetta verður eitt gott ár hjá Hvalbiar kommunu, hvat inntøkum viðvíkur.