Skattainntøkan hjá Nes kommunu 1. ársfjórðing 2014 er næstan hin sama sum 1. ársfjórðing 2013 - ella 0,40 prosent lægri. Talan er um tilsamans 32.456 krónur minni í inntøku higartil í ár.
Tað vísir fyribilsuppgerðin fyri 1. ársfjórðing í 2014, sum Taks kunngjørdi fyrst í hesi vikuni
Nes kommuna vísir á, at avrokningin fyri mars í ár er á 2.728.754 krónur móti 2.622.695 krónum somu tíð í fjør.
- Talan er soleiðis um eina meirinntøku í mars á 106.059 krónur - ella 4,00 prosent.
Lagt verður aftrat, at hóast bæði februar og mars í 2014 royndust betri enn í 2013, so royndist januar nógv verri, og tí stendur skattainntøkan í 2014 næstan í stað í mun til 2013.
Skattaprosentið í Nes kommunu er 20,5 og hevur verið óbroytt síðani 2006.