Fimta mánað á rað í 2010 vóru bæði kommunuskatta- og landsskattainntøkurnar í mai mánaði væl hægri enn sama mánað árið fyri.
Ein nýggj uppgerð frá TAKS vísir, at í mai mánaði vórðu goldnar tilsamans 8,9 milliónir krónur meira í kommunuskatti og 2,8 milliónir meira í landsskatti, enn í mai 2009.
Hetta er ein vøkstur á ávikavist 8,5 og 2,4 prosent.
Higartil í ár eru tilsamans 29,1 millión krónur meira komnar í kommunukassarnar og 21,3 milliónir meira í landskassan. Hetta er 5,5 og 3,7 prosent meira enn januar til mai mánað í fjør.
Men tað er ójavnt hvussu meirinntøkurnar býta seg. Av teimum 29,1 milliónum krónumnum, sum eru komnar meira í kommunukassarnar, eru 17,5 farnar í kassan hjá Tórshavnar kommunu. Klaksvíkar kommuna hevur fingið 3,6 milliónir meira, meðan Eystur og Sunda kommuna hava fingið um 1,6 og 1,5 millión krónur meira.
Sjey kommunur av teimum 30 tilsamans, allar millum tær smærru, hava fingið eitt lítið vet minni inn í kommunuskatti í ár enn í fjør.