Skattainntøkur – landskassin

Niðanfyri er samandráttur av landskassaroknskapinum fyri árini 2008-2010 og fíggjarætlanini 2011. Tølini vísa, at inntøkurnar (íroknað ríkisstuðulin 615 mió. kr.) røkka ikki til rakstur av samfelagnum. Verða íløgurnar tiknar við, er úrslitið hálva mia. kr. í halli hvørt árið og samlaða hallið hesi 4 árini 2,1 mia. kr. Hetta hendir, hóast inntøkurnar eru góðar, og vit fáa árligan stuðul úr Danmark upp á góðar 600 mió. kr.

2008 2009 2010 Æ2011 Inntøkur 4.153 3.862 4.088 4.244 Rakstur 4.251 4.366 4.500 4.558 -98 -504 -412 -314 Íløgur 232 184 169 231 Úrslit -330 -688 -581 -545

Henda gongd kann ikki halda áfram, og tí er neyðugt at fáa samsvar millum inntøkur og útreiðslur sum skjótast. Tað er illa dámt millum borgararnar at skerja raksturin, men givið er, at um inntøkurnar ikki hækka munandi, so verður neyðugt við strongum tiltøkum seinni.

Áleið 70% av inntøkum landskassans koma frá persónsskatti og meirvirðisgjaldi, men av tí at hesir satsir eru millum teir hægstu í heiminum, og meinigi føroyingurin hevur tað tungt fíggjarliga, er ikki sannlíkt, at politisk undirtøka fæst fyri at hækka skatta- og avgjaldstrýstið fyri at fáa fleiri inntøkur.

Spurningurin er, um til ber hjá landinum at bjóða borgarunum verandi tænastur við at útvega fleiri inntøkur og samstundis kunna minka hallið í landskassaroknskapinum, uttan at hetta skal raka vanliga løntakaran.

Løntakarar rinda áleið helvtini av lønini í skatt. Upphæddin verður avroknað við myndugleikarnar, so hvørt lønin verður goldin á kontuna, men tað eru aðrir samfelagsbólkar, ið sleppa lættari. Sum dømi um hetta kunnu vit nevna skatting av kapitalvinningi og løntakarar, sum flyta forvunnar upphæddir í persónlig partafeløg.

Kapitalvinningsskattur
Verandi lóg um skatting av kapitalvinningi loyvir partaeigarum at fáa pening úr feløgum uttan at at rinda vinningsbýtisskatt. Í juni hoyrdist um skattamál, sum Taks tapti í Føroya Rætti. Her metti Taks, at partaeigarar høvdu fingið góðar 150 mió. kr. úr einum felag, og at hesir tí skuldu gjalda 53 mió. kr. í landskassan, men Føroya Rættur gav partaeigarunum viðhald í, at upphæddin var skattafrí. Vit hava eisini hoyrt um aðra fyritøku, sum varð seld fyri 1,2 mia. kr., og um partabrøvini lúka ávísar treytir í skattalógini, so er vinningurin av søluni skattafríur. Hetta er bara toppurin av ísfjallinum, tí tað er hópur av feløgum, sum verða seld til holdingfeløg og onnur verða likviderað, uttan at skattur verður goldin. Áðrenn hetta verður gjørt, hava partaeigararnir uppskrivað ognirnar til handilsvirðið og kapitaliserað framtíðarinntøkurnar og innroknað goodwill fyri á tann hátt fáa sum mest burturúr.

Myndugleikarnir hava fingið uppgerðirnar pr. 31. desember 2006, sum siga, hvussu stór virði kunnu takast út skattafrítt á henda hátt. Talan er um ómetaliga stórar upphæddir.

Eigarar kunnu eisini fáa pening út skattafrítt við at selja partabrøv til egið holdingfelag. Um felagið ikki megnar at gjalda partaeigaranum peningin beinanvegin, so verður millumrokning stovnað við felagið, sum partaeigarar síðani kunnu heva skattafrítt, so hvørt feløgini hava avlop.

Partaeigarar kunnu sostatt fáa pening skattafrítt úr feløgum við at selja tey til onnur feløg, sum teir sjálvir eiga, og á tann hátt varðveita hesir ræðið á fyritøkunum og reka tær víðari, sum um einki er hent. Partaeigarar, sum fylgja andanum í lógini og heva sær vinningsbýti á vanligan hátt, skulu hinvegin rinda kapitalvinningsskatt.

Persónlig partafeløg og lønarinntøka
Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu løntakarar at stovna feløg, hvørs endamál er at eiga partabrøv í fyritøkum, sum teir sjálvir arbeiða hjá og annars hava munandi ávirkan á gjøgnum eigaraskap og partaeigaraavtalur. Áður fingu hesir løn goldna sum aðrir løntakarar og rindaðu ca. 50% av lønini í skatt. Persónar, sum vóru eigarar í t.d. íognarfeløgum vóru skattaðir av avlopinum, og varð upphæddin roknað sum vanlig persónlig skattskyldug inntøka. Við at stovna egið partafelag kunnu somu persónar nú flyta lønina í nýggja felagið og harvið rinda 20% í skatt í staðin fyri 50%.

Tað eru serliga vællønt, sum nýta henda hátt at flyta pening í egin partafeløg. Um persónur forvinnur 1 mió. kr., so skal hann rinda 50% í skatt, men við partafelagsháttinum sleppur viðkomandi her og nú undan at rinda 30% av 1 mió. kr. ella kr. 300.000 í skatti. Partaeigarin ræður suverent yvir hesum kr. 300.000, sum felagið hevur fingið rentufrítt í skattakreditti frá landinum. Hann ger sjálvur av, hvussu nógv skal verða goldið út sum løn ella vinningsbýti. Partaeigarin kann eisini velja at brúka uppsparda peningin í felagnum til sethús, summarhús, frítíðarbát, bil, íløgur í partabrøv. Hann kann eisini bíða við at heva peningin til pensjónsaldur. Annars verða krøv sett til partafeløg, at tey skulu hava vinnuligt virksemi fyri at tey skattliga kunnu góðkennast sum vinnurekandi. Higartil hava partafeløg verið tengd at vinnufyritøkum, sum fáast við sjóvinnu, handil, handverk og aðrar tænastur, og sum hava ávísan váða, men tað sum eyðkennir hesi nýstovnaðu feløgini er, at tey so at siga einki virksemi hava. Tey hava onga umsiting, eingi vinnutól, lýsa ikki í bløðunum og hava bert fá inngjøld. Ofta er einasta inntøka vinningsbýti frá dóttur- ella íognarfelagnum – tvs. ein fakturi um árið.

Hvat siga myndugleikarnir
Politisku flokkarnir hava vøkur orð í stevnuskráunum, har reyði tráðurin er rættartrygd, rættvísi, samhaldsfesti og breiðastu herðarnar skulu bera tyngstu byrðurnar, men tekin eru um, at flokkarnir stundum hava ilt við at liva upp til endamálsorðingarnar.

Reglurnar um skatting av kapitalvinningi og persónligum partafeløgum eru órættvísar og ósolidariskar. Harafturat hava skiftisreglurnar í kapitalvinnigsskattalógini óhepnar avleiðingar fyri vinnulívið, tí partaeigarar skunda sær at heva pengarnar úr feløgunum, meðan høvi býðst, og á henda hátt verður vinnulívið og føroyska samfelagið verri fyri enn annars. Hetta hendir, samstundis sum landskassin hevur milliardir í halli, og lítið røkist fyri, at javnvág verður í nærmastu framtíð. Higartil hava politikarar tosað um at fáa fleiri inntøkur við eitt nú at broyta skattingina av sjófólki og handverkarum, men hví ikki hyggja eftir øðrum møguleikum – t.d. kapitalviningsskattalógini og skatting av persónligum feløgum. Vit tosa um stórar upphæddir, sum verða fluttar frá vinnuni til partaeigarar, og tá løntakarar skulu rinda helvtina av lønuni í skatt, so kann ein spyrja, um tað ikki er rímiligt, at tey, sum fáa milliónir á kontuna, eisini skulu rinda í landskassan.

Landskassaroknskapurin hongur ikki saman og fyri at minka hallið slepst valla undan munandi skattahækkingum og sparingum, og tá verður tað aftur tann vanligi borgarin, sum verður harðast raktur. Tí er at undast, at eingin – hvørki løgting, myndugleikar, stovnar, fakfeløg, fjølmiðlar – setur fokus á hesi mál, sum flestu munnu tykjast vera órættvís. Sova myndugleikarnir í tímanum, ella er tað tilætlað, at partaeigarar kunnu fáa pengar úr feløgum uttan at avrokna við landskassan. Borgararnir eiga at krevja, at myndugleikarnir koma við einari frágreiðing um málið, og um teir hava ætlanir at broyta lógirnar, so at tær verða betur í samsvari við grundreglurnar um innkrevjing av skatti.