Skattainntøkan ongantíð áður so høg

Skattainntøkurnar í Nes kommunu vóru meira enn 10 prosent hægri í fjør enn árið fyri, og tað er met.

Tað gongur væl við skattainntøkunum í Nes kommunu. Í 2016 var fyribilsskattainntøkan í Nes kommunu 39,7 miljónir krónur, sum er 3,8 miljónir krónur meira enn í 2015.

 

Hetta svarar til ein vøkstur á 10,7 prosent, og tað merkir samstundis, at skattainntøkan ongantíð áður hevur verið so høg í Nes kommunu.

 

- Í desember 2016 var fyribilsskattainntøkan hjá Nes kommunu, sambært uppgerð hjá Taks, 3,8 miljónir krónur móti 3,5 miljónum í desember árið fyri. Hetta er ein vøkstur á 9,1 prosent.

 

Í Nes kommunu siga tey, at desember 2016 soleiðis var besti mánaði í skatti hjá kommununi nakrantíð.

 

Í fíggjarætlanini fyri 2016 varð roknað við einari skattainntøku á 35,0 miljónir krónur, men nú vísir fyribilsskattainntøkan fyri  2016, at skatturin er 4,7 miljónir krónur hægri, og hetta svarar til 13,5 prosent.

 

Skattaprosentið í Nes kommunu er 20,5. Tað hevur verið óbroytt síðan 2006.