Skattainntøkan 3,17% hægri

Skattainntøkurnar í Nes kommunu vóru hægri í 2010 enn í 2009, hóast skattaprosent og barnafrádrátturin hevur verið hin sami bæði árini. Nes kommuna veit á síni heimasíðu at siga, at skattainntøkurnar í 2010 vóru 3,17% hægri enn í 2009.

Skattainntøkan fyri 2010 var kr. 31.993.857 - við einum skattaprosenti, sum er 20,5% og einum barnafrádrátti, sum er 5.000 krónur.

At skattainntøkurnar eru 3,17% hægri í 2010 enn í 2009 - við sama prosenti og sama barnafrádrátti, merkir, at hetta er ein beinleiðis øking í skattainntøkuni.

Gongdin seinasta ár fløvar ivaleyst í Nes kommunu, nú hon eins og fleiri aðrar hevur verið í eitt sindur tungum sjógvi.

Myndina, sum vit prenta saman við hesum greinastubba, eigur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari.