Skattahækking hjá hesi samgongu

Ein av stóru samgonguflokkunum tosar nú um skattalætta. Nú er at vóna at hesin verður framdur í verki og ikki bert í orðum.

Higartil hava vit bert sæð ein illvilja til annað enn at hækka skattirnar.

? Dømi 1: Avtøka av brennioljuavgjaldi er felt 2 ferðir í ár. Nýggja lóg, ið gav landskassanum meira í brennioljuavgjaldi hevur hendan samgongan samtykt.

? Dømi 2 : Tosa verður um at hækka skattin hjá sjómonnum, ið arbeiða nógv og hava stóra inntøku.

Niðurstøða:

? Ongantíð hevur landskassin fingið so nógv inn í skattum og avgjøldum sum nú.

? Ongantíð hevur landskassin havt so góð ráð at givið ein skattalætta.

? Og ongantíð er gjørt so lítið fyri at lækka skattin hjá borgaranum, sum undir hesi samgongu.


Hví ikki lætta um hjá føroyingum? Hví ikki royna at hava eitt so lágt skattatrýst sum møguligt. Ikki bert tosa um tað - men gera nakað ítøkiligt við tað. Tað fer vónandi ein meiriluti á Føroya Løgtingi at gera NÚ. Tí tað hava allir føroyingar sanniliga uppiborið.

Vinarliga


Marjus Dam, løgtingsmaður