Skattafríar veitingar

Løgtingsfundur er har fleiri uppskot um tekniskar broytingar í ymsum lógum eru fyri - men eisini uppskot um skattafríar veitingar

Løgtingið arbeiðir við at gera summar veitingar frá almannaverkinum skattafríar.

 

Til dømis er talan um lummapening til fólk á bústovnum og í varðhaldinum og fólk, sum fáa familjuískoyti. Verður broytingin samtykt, so slepst undan at gjalda skatt av hesum pengum.

 

Í tí aprtinum ahr tað snýr seg frádráttir fyri fólk, sum arbeiða uttanlands er talan um at g era reglurnar einfaldari.

Seinni fer Løgtingið at viðgera fleiri uppskot á sma øki. Uppskotini eru løgd fram av landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum, Kristinu Háfoss.