Skattafrádrátturin hjá sjómonnum

   

Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
?????????
"Tað er skeivt, at sjómenn fáa verandi skattafrádrátt", boðaði formaður Tjóðveldisfloksins frá í seinastu viku til Berlingske Tidende, og ein tingmaður floksins hevur fyrr boða frá á løgtingsins røðarapalli, at skattafrádrátturin hjá sjómonnum eigur at takast av.
Mótvegis Tjóðveldisflokkinum, sum vil avtaka sjómannafrádráttin, vil eg at okkara sjómenn /kvinnur, undir verandi skattaskipan, skulu varðveita galdandi frádrátt í skattinum.

Ráðstevnan í Keypmannahavn
Tjóðveldisflokkurin (sum ein partur av Norðuratlantsbólkinum) skipaði fyri eini ráðstevnu í "kongens København", har millum annað frádrátturin hjá føroyskum sjómonnum var viðgjørdur.
Tjóðveldisflokkurin velur harvið at viðgera føroysku sjómenninar og skattafrádráttin hjá teimum niðri á Kristiansborg, ístaðin fyri í Føroyum. Og tað sum situr eftir hjá teimum sum hava luttikið á ráðstevnuni er, samb. Christian Th. Dahl, "at sjófólk okkara skúmar fløtan" og "at Føroyar eru eitt skattaparadís fyri sjófólk¨.
Hesum eri eg fullkomiliga ósamdur í, og meti, at ráðstevnan hevur verið til skaða fyri sjófólk okkara og umdømi teirra. Tí ein ráðstevna, sum sigur, at sjófólkið í Føroyum "skúmar fløtan", er beinleiðis villleiðandi.

Innløgufólk
Veruleikin er tann, at sjálvt um sjófólkið ber høvuðsbyrðarnar, tá talan er um at skaffa inntøkur til tað føroyska samfelagið, so fáa tey bert sín avmálda part av køkuni, sjálvt um tey eru okkara innløgufólk.
Í Føroyum er fiskivinnan høvuðsvinnan, sum vit liva av, og gongur tað væl í fiskivinnuni, gongur tað eisini væl í tí føroyska samfelagnum.

Paradís
Ráðstevnan, sum m.a. Tjóðveldisflokkurin skipaði fyri, hevur eisini teknað tað myndina av okkara sjófólki, at tey liva eina "skattaparadís" tilveru.
Her fremur ráðstevnan "bakbit" á okkara sjófólk, tí hvørki inntøkan, ella skattafrádrátturin (nógv sjófólk gjalda 50% í skatti) ella sjálvt sjólívið er nøkur paradístilvera, men eitt støðugt sakn og stríð.
At vera til fiskarí í mánaðir á Flemmich Kap, Irmingarhavinum, Barens-havinum, Svalbard, Íslandi ella at fiska undir Føroyum, er ongin paradís-tilvera hjá sjófólki ella familjum teirra.

Tjóðveldisflokkurin
Formaður floksins sigur tað vera skeivt, at sjófólkið fær "frádrátt í skattinum" men at hann ikki fær undirtøku fyri at avtaka frádráttin í Føroyum.
Men ráðstevnan á Kristiansborg, sær út til at hava haft tað ávirka á einkultar danskar politikkarar, at teir nú tosa um at minka "blokkin", tí tað føroyska sjófólki "skúmar fløtan" og livir eina "skattaparadís" tilveru.
Harvið hevur Tjóðveldisflokkurin megna, at "misbrúkt" okkara sjófólk til at standa sum orsøkin til, at danskarar umhugsa at minka blokkin niður í einki.
Ætlanin hjá Tjóðveldisflokkinum viðførir, at allir føroyingar skulu gjalda meira skatt (eini 8-10 %) og serliga hart rakar hetta sjófólkið, sum harumframt missir skattafrádráttin.
Í míni verð er ætlanin hjá Tjóðveldisflokkinum fíggjarliga óforsvarlig og vil vera til ógævu fyri okkara sjófólk.