SkattaFøroyar

Hugaligt, at áratíggju politiskur boðskapur nú fær positivt afturljóð frá teimum, sum eru súlurnar undir samfelagnum

Í áravís hava sjónar­miðini um køvandi lutin við høgum skattatrýsti átt lítlan áhuga millum leik og lærd.
At føroyskir løntak­arar síðani 1984 eru klintraðir uppeftir progressiva skatta­stig­an­um, og tí ótilvitað ár undan ári eru skattaðir við 10-tals mio kr eyka, átti einki afturljóð frá serfrøðini.
At vanlig tímalønt frá at vera lágskattað í 1984 til at verða marginal­skattað í 2004, vakti lítlan almennan ans.
Men tá avgerð í 2004 varð tikin um at stilla skatta­stigan so at lág- og miðal­inntøkurnar sluppu undan marginal­skatting, var ser­frøðin á gosi. Løgtingið var vorðið ábyrgdarleyst?!

Vanligir løntakarar
Frá 2004 til 2008 vóru skatta­lættar lætnir til tey skattliga mest trongdu. Hetta gagnaði 4500 løntakarum í inn­tøku­bólkinum millum 170.000 og 270.000 kr.
Hetta vóru vanligir løn­tak­­arar, tímalønt, hand­­verk­arar, starvsett, banka­­fólk, tíð­indafólk, lærarar, assis­tent­ar, sjúkra­­røkrarfrøð­ing­­ar, peda­gogar o.s.fr, ið ikki longur vóru marginal­skattað.
Í sama viðfangi fingu tey í miðal eina netto­løn­ar­hækk­ing uppá 1000 kr um mán­aðin, sum skuldi lætt trýst­­ið á lønarkrøvini og har­­við styrkt um kappingar­førið.
Men í 2008 var so skatta­skrúvan aftur táttað, so marginal­skattamarkið fór niður á 250.000 kr. Hetta vakti almindiligt nøgdsemi hjá ser­­frøðini og sosialistisku flokk­un­um. Kortini vóru eingi mótmæli frá vinnu og løntakarum?!

Breiðu herðarnar rinda
Hildið var uppá, at skatta­lætt­in var asosial­ur, at lættin var til tey ríku. Hetta var bein­leiðis skeivt.
Verður hugt eftir býtinum í lands­skatti­num í 2009 sæst, at 2/3 av skattgjaldarunum (um 23.000 í tali) tjentu undir 200.000 kr. Hesi rind­aðu 165 mio kr í landsskatti.
1/3 av skattgjaldar­un­um (um 17.000 í tali) tjentu meira enn 200.000 kr. Hesir skatt­gjald­arar rindaðu heil­ar 1275 milliónir kr í landsskatti.
Sostatt rindaðu inntøk­urnar omanfyri 200.000 kr (breiðu herðarnar) góð 88 % av av landsskattinum, meðan inntøkurnar niðanfyri undir 12%.
Tí er sólarklárt, at skatta­lættarnir vendu sosialt rætt, umframt at skatta­politikk­urin tá var ávegis at eggja løntak­arum at arbeiða eyka, tí vissa var fyri, at sein­asta for­­vunna krónan ikki bleiv brand­skattað (margi­nal­­skattað).

Loysa seg at arbeiða
Um dagarnar hevur Føroya Arbeiðs­gevara­felag so víst á týdningin av at gera broyt­ingar í skattaskipanini, so tað fer at loysa seg betur at arbeiða - eftir sama leisti sum skatta­politikkurin var frá 2004 til 08.
Eitt er vist, vinnan skal ikki ivast í støðu fólka­floksins í hesum týdningar­mikla máli. Verri er kanska at sannføra tey, sum vilja økja inntøkurnar hjá lands­kassanum, og sum loysn tosa um at breiðka skatta­grundarlagið, hækka avgjøld, fremja ognarskatt, leggja fleiri gjøld á vinnuna, ja – har bara fantasiurin setir mørkini.
So, vit ynskja nýggja skatta­átakinum serliga væl­komið. Serstakliga huga­ligt, at áratíggju politiskur boð­skapur nú fær positivt afturljóð frá teimum, sum eru súlurnar undir samfelagnum.