Allan dagin í gjár, sótu nevndarlimirnir í skattakærunevndunum kring landið alt á skeiði á Hotel Hafnia.
Tað eru nevndirnar sjálvar, sum skipa fyri skeiðnum, og endamálið er at dagføra vitanina hjá nevndarlimunum umframt at geva teimum eina fatan av hvussu arbeitt verður við skattakærum eitt nú í Danmark.
Skeiðleiðararnir eru tríggir danir, sum eru vanir at halda skeið fyri skattakærunevndum í Danmark.









