Skattabarón ella skattaklovn

Tað er ein sergrein innan illamans-kynstur at feitta runt við ringbindum fyri at sleppa undan at rinda skatt!

Flestu okkara rinda skatt við gleði. Tíbetur.
Men vit vilja ikki verða hildin fyri gjøldur við at rinda meira enn neyðugt, tí onnur sleppa sær undan í feikum fríspæli.
Spekulatión hevur við sær mistar inntøkur í mangamilliónaklassanum til landskassan. Milliónir, sum eg og tú mugu leggja lívs- og arbeiðstímar í við heimsins hægsta lønarskattatrýsti.
Leikvallir fyri hesar skattabarónar eru eitt nú kapitalvinningsskattaskipanin, persónlig partafeløg og MVG-skipanin.
So seint sum fyrradagin frættu vit, at eftirlitið hjá Taks hevði funnið 154 rundar milliónir higartil í ár við einum miðvísum innsatsi. 154 milliónir krónur, sum ikki vórðu rætt uppgivnar, men krógvaðar í skeivt uppgjørdum skattskyldugum inntøkunum og MVG-uppgerðum frá vinnuligum virksemi, uppgerðum av kapitalvinningsskatti, rentustuðuli og tolli.
Um tað er rætt, at snýtt verður í skatti fyri 150 mió. árliga, so kann skatturin lækkast við meira enn 8.000 kr. árliga fyri hvørt húsarhald í Føroyum. Tað kann so koma omaná skattalættan, sum Javnaðarflokkurin longu hevur lagt fram.
Hetta vísir bara, hvussu umráðandi eitt væl virkandi eftirlit er, og at eitt eftirlit av hesum slag væl og virðiliga loysir seg fíggjarliga.
Ein týðandi partur av skattaumleggingaruppskotinum hjá Javnaðarflokkinum snýr seg um at herða eftirlitið hjá Taks. Vit ynskja at avseta 5 mió. kr. til ein eftirlitseind til Taks, umframt eina "Taks-force" av serfrøðingum, sum skulu finna hol í skattalógini.
Og soleiðis fáa vit eisini ein rættari skatt!
Tí, hóast tað altíð hevur verið dýrt at vera fátækur, skal tað ikki vera bíligt at spekulera í skatti!


www.rigmor.fo < HYPERLINK "http://www.rigmor.fo" www.rigmor.fo>