Skatligar avskrivingar samtyktar

.

Uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar við meira, sum Annfinn Kalsberg, løgmaður, legði fyri tingið 21. januar, varð undir aðru viðgerð á tingfundinum týsdagin samtykt við 28 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari. Sostætt, fór uppskotið, sum er tingmál nummar 41/1999, samtykt til triðju viðgerðar.

Á tingfuninum í gjár var hetta sama mál til triðju viðgerð, har tað varð endaliga samtykt.