Kappast skal í street og í rampu. Eitt innleiðandi umfar verður fyrsta dagin, og á seinna degnum verður finalan. Skatarar úr øllum Føroym koma til kappingina.
Tað er kristiliga ungdómsarbeiðið AlienYouth, sum skipar fyri tiltakinum. Kring tiltakið verður nógv annað á skránni, millum annað DJ, multimedia, prædikur, hárkapping og konsertir. Meira kunning fæst á www.alienyouth.fo.










