Skarvanes: Tann sum koyrir oman í bygdina og ikki steðgar á, kann skjótt staðfesta, at her á Skarvanesi kann ikki vera nakað lív:
Her kann av sonnum einki menniskja búgva og enn minni trívast. Her er so myrkt, fjarskotið og so langt frá umheiminum, at hetta neyvan er eitt stað, har ein vil búseta seg for good. Soleiðis hugsar helst tann ókunnugi.
Men Anna Olsen, ið er bachelor bæði í søgu og stjórnmálafrøði, hevur tó valt at ganga ímóti streyminum. Og tað hevur hon eisini alla orsøk til:
Hiðani er omma hennara ættað. Her leikti hon mangan sum barn. Hetta er hvørki eitt ov friðarligt, fremmant ella fjarskotið stað fyri hana. Samstundis er Skarvanes tiltikið gott kornpláss, og man hava besta sólargangin í landinum.
Men einsligt, - tað er tað í øllum førum ikki:
- Tað kemur sjálvandi ann uppá, hvat ein leggur í tað at vera einsligur. Sjálvandi er tað einsligt at búgva her, um man liggur innikavaður í tríggjar dagar og ikki sær eitt einasta menniskja.
- Men spyrt tú meg, um eg føli meg einsamalla her í hesi lítlu bygdini, so er svarið avgjørt nei. Her á Skarvanesi hava vit bæði huldufólk og Jesu-pápan, sigur Anna Olsen við einum brosi.
Í tí nærum 400 ára gamla barnaheiminum hjá ommu hennara, leggur hon í dag grundarlag undir eitt heim, har trý hjørtu sláa í løtuni - hon sjálv og tveir synir hennara, Hans Kristjan 14 ára gamal og Arnbjørn sum skjótt verður tveir mánaðir. Í mars verður familjan savnað aftur.
- Vit leigaðu eina tíð í Havn, men tá maðurin - Sjúrður Arnbjarnarson - fór niður at lesa til fangavørð, avgjørdu vit at flyta suður higar. Her hava vit ráð til at liva og til at lesa, hóast vit bert hava eina inntøku.
Eingin franskur visittur á Skarvanesi
GERANDISDAGUR Fyri tann ókunnuga og tann skundmikla er ikki nógv sum bendir á lív í lítlu og fjarskotnu bygdini á vestursíðuni á Sandoynni. Nógv venda bara niðri í bygdini, og hava als ikki sæð tað lív sum hóast alt er her.
Skarvanes: Í einum lágum og sterktlitaðum húsum á Skarvanesvegi 6 hevur Anna skipað sín gerandisdag. Ein gerandisdagur sum varð kollveltur tann 6. desember, tá Arnbjørn varð borin í heim, nakað væl fyrri enn ætlað.
Tað einasta regluliga í gerandisdegnum er at Hans Kristjan hvønn dag skal koyrast í Meginskúlan og verður heintaður seinni um dagin, og leggur tá leiðina saman við vinmonnunum til Skopunar.
Hann hevur eisini onkutíð vinmenn við sær til Skarvanesar. Og tá mugu teir bara finna útav at spæla saman allan dagin, tí tað er ikki bara so sum at siga tað, um ein brádliga ætlar sær til hús aftur.
- Ja, her er ikki annað at gera hjá mær enn at koyra hann í skúlan inni í Dal, tí higar koyrir eingin skúlabussur, staðfestir Anna, sum í løtuni hevur farloyvi frá starvi sínum sum lærari við sama skúla.
- So eg má bara avstað við honum, óansæð hvussu veðrið skikkar sær. Hetta ger sjálvandi sítt til, at eg hóast alt havi ein vanligan gerandisdag.
- Tað verður sjálvandi ikki altíð grivið higar um morgunin, og tá so er, sleppa vit ikki av bygdini. Men tað eru júst slíkir morgnar, sum honum dámar best, tí tá er eingin skúlagongd.
Aftaná skúlatíð fer Hans Kristjan sum oftast til ommuna í Skopun, og har plagar eisini sum oftast at vera ein døgurðabiti at fáa.
- Jú, hetta er í fínasta slag, serliga hjá mær, sum tími so illa at gera mat.
Um fjørðin
Anna er bachelorur bæði í søgu og stjórnmálafrøði, og kundi tí saktans havt funnið sær starv í høvuðsstaðnum, soleiðis at hon kundi brúka sína útbúgving.
- Onkur vildi sagt, at um ein skal arbeiða í Havn, so er eisini neyðugt at búgva har. Men tað haldi eg ikki, tí tað ber jú saktans til at ferðast ímillum við Teistanum. Eg vil tó siga, at nógvir metrar um sekundið av landsynningi ikki akkurát eru so tiltrekkjandi í Skopunarfirði.
- Hinvegin trúgvi eg neyvan, at nakar arbeiðsgevari hevði gjørt seg so tvørligan, at hann ikki gav loyvi til nakrar arbeiðsdagar heima við hús, orsakað av veðri.
Ferðasambandið til meginøkið er eitt. Annað er kostnaðarstøðið í Havn, har ein, sambært húsmóðurini á Skarvanesi, ikki fær so nógv fyri pengarnar, og haraftrat má læna seg til milliónir um ein ætlar at keypa sær hús har.
- Úrslitið er bara, at ein verður trælbundin restina av lívinum. Spurningurin er allatíðina, hvat ein vil hava fyri pengarnar. Er tað alt stríðið vert, bara fyri at búgva 10 minuttir frá arbeiðsplássinum?
- Nei, so taki eg heldur Skopunarfjørð. Eg meini, hann er ikki sooo drúgvur, og báturin siglir fleiri ferðir um dagin. Tað er einki problem fyri meg, slær Anna fast.
Franskur visittur
Av Sandi og vestur til Skarvanesar eru bert átta kilometrar. Men hetta er ikki longur burtur enn so, enn at fólk javnan koma á gátt hjá Annu.
Gerandisdagurin í bygdini er heldur ikki so nógv øðrvísi enn aðrastaðni kring oyggjarnar. Spurningur er heldur, hvussu ein hevur tað saman sosialt.
Í bygdini hevur Heilbrigdi skipað fyri ávísum skeiðum, eins og ráðgevin Poul Jákup Thomsen og konan, Claire hava síni hús her.
Tað serstaka er, at tá fólk kom á gátt á Skarvanesvegi 6, er talan ikki um ein franskan visitt, har tey bert fara úr øðrum skógvinum, meðan tey fáa sær ein drekkamunn og síðani sleppa sær aftur á dyr sum skjótast.
- Nei, tey plaga at ringja áðrenn - júst sum í Danmark - fyri at vita um eg eri í bygdini. Eingin tímir at koyra higar, uttan at fyrst at vita, um eg eri inni. - Og tá tey so koma, er tað bæði við pakka og sekki, tí tey steðga allan dagin, greiðir Anna frá.
Skarvanes versus stórbýin
Anna hevur búð bæði í Keypmannahavn, Tórshavn, Reykjavík, Skopun og í Skarvanesi.
- Um tað er nakar munur? Tja, tað kemur ikki ann uppá staðið, men uppá persónin. Eg trúgvi, at óansæð hvar í heiminum tú ert, so kemur heimurin ikki til tín, men tað er tú sum má út eftir heiminum.
- Fyri mær er ikki øðrvísi at búgva á Skarvanesi, enn aðrastaðni á Sandoynni. Tað einasta set-back’ið sum so er, at tað rennur kelduvatn í kranan og at vegirnir kundu verið betri asfalteraðir, sigur Anna sum er íðin brigde-spælari og er í Havn í hesum ørindum hvørt hóskvøld.
Hjá húskinum hjá Annu og Sjúrða er langt til næsta handil, um okkurt var sum vantaði til matgerðina. Men tað hava tey vant seg við:
- Ja, tað kann onkutíð henda, at vit ikki hava nakra mjólk eftir um kvøldið. Men tað gerst ikki við. So verður bara eingin mjólk til havagreytin morgunin eftir.
Fyrigyklaðir silvurdálar úr Havn
Sum útbúgvin stjórnmálafrøðingur fylgir Anna væl við tí politiska orðaskiftinum, bæði tí lokala og landspolitiska.
Eitt evni sum kann øsa Annu upp er tosið ídag um at leggja kommunur saman, - í hesum føri, at Sandoyggin skal upp í ta stóru Tórshavnar Kommunu.
Tað sjáldsama var, at tá Føroyar skuldu gerast til eitt einstakt valdømi var fólkið í Sandoynni tey, ið vóru einamest ímóti tí. Tey hugsaðu helst sum so, at um so verður, er vandi fyri at tey mistu alla politiska ávirkan.
- Men hygg nú. Nú vilja fleiri av teimum leggja saman við Havnini, og harvið sjálvboðið lata alla politiska ávirkan upp í hendurnar á øðrum. Ja, tað er ein spurningur, um ávísir bygdaráðsformenn veruliga vilja selja nærdemokrati’ið fyri nakrar fyrigyklaðar silvurdálar úr Havnini, spyr hon íðin á málinum.
- At Heðin Mortensen er óførur at asfaltera vegir í Havn, tað vita tey flestu sum koyra har. Men eg loyvi mær stórliga at ivast í, um hann fer at brúka eins nógvar pengar her suðuri.
Hinvegin eru sandoyingar tiltiknir fyri at duga væl at taka til. Tað var kanska sum ein teirra segði um ætlanina - ella fríggjarí’ið - hjá skúvoyingum at leypa upp um Sandoynna og leggja beinleiðis saman við Tórshavnar kommunu.
Tað góða var, at tað vóru so nógv eldri fólk í Skúvoy, at fóru neyvan at koma nøkur børn undan hasum fríggjarí’inum.
FAKTA
Skarvanes er ein bygd í Húsavíkar kommuna á Sandoy, vestan fyri Dalur.
Hon er gomul bygd, og fólk hevur búð har, í hvussu so er, frá um ár 1500. Bygdin var millum bestu kornpláss í landinum, við sera góðum sólargangi, har hagin er rættiliga góður, so livilíkindini vóru hampilig, hóast møguleikar fyri útróðri vóru smáir, tí brimpláss er.
Fráflyting hevur verið, og ár 2000 doyði seinasta fólkið á Skarvanesi. Frá 2005 eru tey 5 fastbúgvandi, og í Djúpadali, tveir kilometrar norðanfyri býr eitt húski.
Húsini í bygdini, verða mest nýtt sum summarhús, men sum víst er á í greinini er lív - og enntá nýtt lív - aftur komið í Skarvanes.









