Skarv uttan royk

Hetta vikuskiftið letur føroyska vertshúsið í Keypmannahavn upp í nýggjum roykfríum hami. Hetta er avleiðing av roykiforboðnum, ið júst er komið í gildið í Keypmannahavn. Fyrstu ferð í 33 ára søguni hjá føroyska vertshúsinum verður ikki loyvt at festa sær í eina sigarett aftur við Føroya Bjór ølini ella eftir at hava verið á dansigólvinum. Tað verður Jens Marni Hansen úr Kollafirði, ið fer at standa fyri undirhaldinum, og maðurin, ið plagdi at rópa seg næst stuttligasta mann í Kollafirði, stendur vanliga fyri góðum framførslum.

 

Skarv boðar annars frá, at ætlanin er at gera eitt 25 fermetrar stórt roykirúm, ið stendur liðugt í november. Á heimasíðuni hjá Skarvi, hevur man seinastu tíðina kunna at atkvøtt um man ynskir roykirúm ella ikki. Í løtuni eru 49% av teimum 534, ið atkvøtt hava fyri einum tílíkum rúmi.