Føroyingar, slovenar, normenn og póllendingar eru øll bjóðað á føroyska møti- og spælistaðið Skarv í Keypmannahavn til komandi føroysku EM dystirnar 2024.
Skarv vísir allar føroysku landsdystirnar. Ókeypis atgongd er og dyrnar lata upp eina tíma undan dystin.
Í annaðkvøld spæla Føroyar og Slovenia klokkan 18 danska tíð, tá stórir menn úr Slovenia og okkara kviku og ungu menn bresta saman.
Dysturin millum Danmark og Kekkia sæst aftaná føroyska dystin.
Her er yvirlit av dystunum, sum verða vístir á Skarv:
##med2##
– Umleið 4000 stuðlandi føroyingar standa klárir, og tað er møguliga enn eitt føroyskt met sambart fólkatalið. Hesi fara óiva at heppa, syngja, klappa og rópa.
– Ein stúgvandi fullur bussur við spentum fjepparum koyrdi í morgun frá Oyrasundskolleginum til Berlin. Tvær eldsálir úr H71 hittust, Edmund og Petur á myndini - annar skipar fyri á Skarv og hin samskipar busstúrin:
##med3##