Skarv hevur virkað sum ein mentunarligur miðdepil fyri føroyingar í Keypmannahavn. Her komu føroyingar úr øllum samfelagsklassum - ferðandi, lesandi, fastbúgvandi føroyingar í Danmark, handilsfólk og danir við tøttum bondum til Føroyar. Her varð dansað til føroyskan tónleik, borðreitt varð við føroyskum viðskera og serliga kjak um politik, mentan, religión, ítrótt v.m. Altíð endaði tað við felagssangi, onkur dugdi altíð at spæla á guittara ella á harmoniku. Stutt sagt, her livdi og andaði hin føroyska fólkasálin í einum fríum skifti av sjónarmiðum. Við tíðini komu grønlendingar til. Teir funnu her ein felagsskap, orsakað av tí felagstilknýti teir hava saman við føroyingum til Danmark, og tað var í nógv ár, lutvíst saman við íslendingum, ein serligur norrønur dámur, ið var heilt einastandani fyri Skarv.
Hetta gekk væl í nógv ár. Skarv megnaði at endurnýggja seg við umbygging og stílaskifti, ið nú var til hvørja tíð. Innanhýsismyndin hevur skift millum eitt slag av western-bodega stíli yvir í eina spegilskafé, og tey seinastu árini sum ein meira fín barr og dansistova. Hóast skiftini hevur fólkaligheitin og hin breiði tokkurin til øll samfelagsløg verið sermerkið hjá Skarv. Her kundi stórreiðarin møta tí unga studentinum í Keypmannahavn, og her kundu politikarar veruliga fáa fólk í talu, tí tað fyrst og fremst var tað tjóðskaparliga tilknýtið, ið hevði týdning. Tey flestu kenna týdningin av, at møta landsmonnum í øðrum londum.
Við tíðini kykna ósemjur seg upp bæði millum føroyingar innanhýsis og millum føroyingar og grønlendingar. Rúm og tollyndi verður minni. Sambandið og góðsemi millum føroyingar og grønlendingar verður avloyst av atfinningarsomum røddum, serliga frá tí nýggju aðalkjarnuni úr Føroyum, ið ikki heldur at Skarv er gott nokk. Viðmerkingar sum at "ein helst ikki vil møta fullum grønlendingum á Skarv" og at "føroyskur tónleikur er ov pínligur at spæla á einum diskuteki" er alt meira alminduligur at hoyra.
Tað er í hesi støðu, at Todi Jónsson og aðrir lata upp dýra náttklubban "Jackways" á Hauser Plads, sum eitt beinleiðis tilboð til tey "ungu, ríku og vøkru", og tey, ið fegin vilja verða tað. Her verður brúkt dress-code og her verður kraftigur skilnaður gjørdur millum almenningin. (Eitt fyribrigdi ein kennur aftur frá áttatiárunum). Her er ikki rúm fyri "de skæve eksistenser" millum føroyingar, og so serliga ikki grønlendingum. Her verður klárt sagt nei til ein føroyskan/grønlendskan felagsskap í ein so stóran mun, at tað ber brá av mannamuni. Tað eru nógv dømi uppá, hvussu grønlendingar eru avvístir við eini heldur ivasamari grundgeving.
Daniel P. Thorsteinsson úr Vági metir í hesi støðu, at tíðin er komin til eitt ættarskifti. Hann letur Skarv yvir til dóttrina Siri, ið væl skilir, at okkurt nýtt skal til. Hon hevur broytt navnið á Skarv til tað núverandi "Lemon", byggir um og broytir stíl í ein slíkan mun, at staðið meira vendir sær til tann almindiliga danska almenningin. Hennara føroyska bakgrund avnoktar seg ikki, so sjálvandi eru føroyingar framhaldandi vælkomnir, men tað verður uttan veðra høvd, Skarv og føroyskar myndir frá 1900 talinum á veggunum.









