Svimjihøllin í Gundadali er stongd restina av degnum, tí at starvsfólk í høllini varnaðust skarn í kavingarhylinum.
Fyri løtu síðani boðaði høllin frá, at hon lat aftur og var stongd restina av degnum orsaka av tekniskum trupulleikum.
Reglurnar hjá heimsheilsufelagsskapinum, WHO, hava nágreiniligar mannagongdir hvat viðvíkur reinleika í svimjihylum og tí er neyðugt at steingja høllina, meðan vatnið og hylurin verður reinsaður.
Sum skilst skulu dálkaðir svimjihylar fáa eitt sonevnt klorsjokk og síðani liggja kvirrir í 12 tímar.
Av svimjihøllini verður sagt, at hylurin letur upp aftur til vanliga tíð í morginárini. Hetta fer sostatt ikki at órógva páskasvimjingina í størri mun, annað enn nú seinnapartin í dag.










