Skarðsvík handaður Bakkafrosti

Seinnapartin handaði KJ Hydraulik á Kambsdali tvíkiljuna Skarðsvík til alisamtakið Bakkafrost.

Seinnapartin handaði KJ Hydraulik á Kambsdali tvíkiljuna Skarðsvík til alisamtakið Bakkafrost. Handanin fór fram í havnini í Fuglafirði.

 

Skarðsvík er tann fjórði og seinasti aliarbeiðsbáturin í eini røð av fýra til stóru alifyritøkuna, og tann 21. tvíkiljan tilsamans, sum KJ hevur latið Bakkafrosti.

 

Báturin skal brúkast sum aliarbeiðsbátur í norðurøkinum hjá Bakkafrosti og er við sínum 14 x 7 metrum hin størsti báturin í hesari røðini, og eisini hin størsti, sum KJ byggir. Hinir tríggir eru ein metur styttri – 13 x 6 metrar. Kostnaðurin fyri allar fýra tvíkiljurnar er umleið 20 milliónir krónur.

 

Bakkafrost eigur til samans einar 50 alibátar í ymsum støddum og skapum, men Jón Purkhús, alileiðari fyri Norðurøkið hjá Bakkafrost, sigur, at tað ikki bara er orsakað av alski til alt føroyskt, at fyritøkan hevur keypt so nógvar alibátar frá júst KJ.

 

- Vit keypa ikki føroyskt fyri einhvønn prís, men vit vilja keypa føroyskt, tá vøran er kappingarfør í bæði prísi og dygd. Vit kanna alla tíðina prísirnar bæði her heima og úti og heima, og higartil hevur tað verið lætt at valt, tí bæði prísur og dygd er best hjá KJ, og tað er eisini galdandi fyri allar hinar føroysku fyritøkurnar, vit keypa frá. Tvíkiljurnar frá KJ kunnu samanberast við ein seigan og sterkan traktor av tí gamla slagnum. Teir eru bæði sjógóðir, treystir, sterkir og stúttir. Tað er eisini avgerandi fyri, at vit kunnu hava so sverar greiðir umborð, sigur Jón Purkhús.

 

Skarðsvík hevur ein 40 tons krana, eitt 10 tons spæl og tríggjar spælkoppar, so hann klárar væl og virðiliga alt arbeiði á sjónum í sambandi við aliingar og nótir.