Fríggjadagin klokkan 17 letur Pól Skarðenni framsýning upp í Ribarhúsi av olju- og akrýlmálningum.
Myndaevnini eru ógvuliga fjøllbroytt, landslagsmálningar, málaðir á staðnum við teimun eyðkendu vetrarlitunum.
Harafturat litsterkar expressivar tulkingar av klassiskum myndaevnum, og abstraktir málningar sum taka støði í tilverðuni, at vit eru bundin at tíðini og rúminum, sum tikið verður til í tíðindaskrivi um framsýningina.
Framsýningin er opin til 7. mars.
|










