Skarðenni í Gallarí Oynni

Sunnudagin letur upp framsýning í Oynni við nýggjum málningum við myndevnum úr Suðuroynni. Pól Skarðenni sýnir fram

Sunnudagin klokkan 15 letur upp forvitnislig framsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Talan er um nýggjar málningar við myndevnum úr allari Suðuroynni. Listamaðurin og klaksvíkingurin Pól Skarðenni hevur í nakrar mánaðir ferðast kring Suðuroynna við pensli í hond við hesi framsýning fyri stavn.                      Og sunnudagin ber til at síggja úrslitið. Fyrireikararnir vóna at síggja fólk úr allari oynni, nú ein sjáldsom framsýning við myndevnum úr allari oynni er á skránni í gallarí oynni.