Mánadagin 3. apríl bleiv avdúkað, at sangarin Andrew Strong skuldi koma til Føroyar at framføra á Jóansøkufestivalinum, við millum annað teimum heimskendu løgunum "In the Midnight Hour" og "Mustang Sally". Tað er júst komið fram, at skaparin av hesum heimskendu løgunum er deyður.
Wilson Pickett, eisini kallaður Wicked, var borin í heim tann 18.mars 1941 í býnum Prattville, Alabama.
Tónleikur hevur altíð verið ein partur av lívið hansara. Tónleikalív hansara byrjaði við, at hann sang í einum baptistakórið.
Í 1959 kom hann við í bólkin The Falcons. Bólkurin var ein av teimum fyrstu, ið gjørdu gospeltónleik kendan. Í 1962 slóg bólkurin ígjøgnum við lagnum "I Found Love". Síðan eru eisini aðrir kendir sangir komnir, t.d. lagið "If You Need Me".
Stutt eftir, at lagið "I Found Love" bleiv upptikið, byrjaði Pickett sína leið sum solistur. Hansara fyrsta gjøgnumbrot sum solistur, var við lagnum "It's Too Late", og síðani hevur tað gingið framá.
Í 1965 komu løgini, ið hava gjørt Pickett heimskendan, út. Hetta eru nøkur einanstandandi løg sum "In the Midnight Hour" og "Mustang Sally", ið nú eisini skjótt vera at hoyra í Føroyum.
Wilson Pickett kom út í eina sera trupla støðu, ið nógv kend lættliga kunnu koma út fyri. Í 1987 bleiv hann tikin fyri at hava vápn uppi á sær, og varð settur í fongsul, men slapp út aftur við tí grundgeving, at hann skuldi taka seg saman. Hann fekk eina royndartíð uppá 2 ár.
Aftur í 1991 varð hann handtikin fyri at hava koyrt á grasplenuni hjá einum borgara í Englewood, New Jersey, og rópt deyðshóttarnir eftir honum.
Sama ár bleiv hann valdur inn á Rock 'n' Roll Hall of Fame.
Í 1993 varð hann enn einaferð tikin, av tí at hann hevði koyrt ávirkaður og rent á ein 86 ára gamlan mann. Fyri tað varð hann bleiv dømdur eitt ára fongsul.
Og soleiðis hava mangir aðrir trupulleikar tikið seg upp, m.a. við rúsevnum.
Síðstu ár Picketts
Fleiri ár seinni vendi hannn sterkt aftur, og hann spældi fleiri konsertir og útgav nakrar fløgur. Og stutt eftir bleiv hann korin til eina Grammy viðursløn fyri fløguna It's Harder Now.
Hetta tónleikalívið helt áfram fleiri ár afturat. Men í 2004 byrjaðu trupulleikar við hjarta hansara at koma til sjóndar. Til alla ólukku, fyri hansara mongu fjepparar, doyði hann av hjartaslag tann 19.januar 2006.
Sama dag sum doyði, spældu Billy Joel og bólkur hansara til eina konsert í Boston til heiðurs fyri Wilson Pickett, spældu teir sangin "In the Midnight Hour", ið sigst hann at hava ljóðað einastandandi.
Minnisdagur Wilsons Pickett varð hildin 20. mars 2006.
Mustang Sally
Miðskeiðis í 60'unum var amerikanski bilurin Ford Mustang ein tann best umtókti kring heimin, og bilurin er enn tann dag í dag sera væl umtóktur.
Sangurin Mustang Sally er skrivaður umleið 1965. Hann snýr seg um ein Ford Mustang, ið hann nevnir Sally. Sally koyrir runt ymsastaðni sum eitt tekin um, at bilurin var sera væl umtóktur.
Tað er ógvuliga stuttligt, at fólk kunnu skriva ein slíkan sang. Men tað er hóast alt ikki so løgi, at ein slíkur sangur verður skrivaður, tí um ein hugsar seg um, so snúgva allir sangir seg um nakað, ið fer fram um tað mundi, teir eru skrivaðir.
Á Jóansøku í ár fer kendi írski sangarin Andrew Strong at framføra løg hjá Wilson Pickett. Vit kunnu ímynda okkum, at hetta verður ein stórsligin framførsla, tá ið mong óivað kenna hesi so væl umtóktu løg.