Skapar virksemi fyri 70 milliónir í Suðuroy

Tá ið seinasti parturin av fíggingini verður avgreiddur um stutta tíð, er klárt at fara undir arbeiði fyri góðar 70 milliónir í Suðuroy. Tað hendir, tá ið tað um stutta tíð verður klárt at fara undir risastóru mentanar-verkætlanina, Projekt Salt, í Suðuroy, sigur Edmund Joensen, sum er løgtingsmaður, fólkatingsmaður og goodwill-umboðsmaður fyri saltsiloætlanina.

Í løgtinginum í dag spurdi hann Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, hvussu gongst at avgreiða føroyska íkastið til verkætlanina.

Hann sigur, at eisini í fólkatinginum hevur hann tosað við donsku stjórnina fyri at fremja undirtøku fyri ætlanina.

Politisku flokkarnir hava bundið seg til at játta 20 milliónir til verkætlanina.

Jóannes Eidesgaard sigur, at uppskot um hetta er klárt at leggja fyri Løgtingið og verður lagt fram fyrsta dagin.

Men tá ið Løgtingið hevur samtykt tað, útloysir tað aðrar 20 milliónir krónur, sum Maersk Grunnurin hevur játtað til ætlanina og 18 milliónir krónur, sum danska stjórnin hevur játtað.

Men hesar báðar tilsøgnirnar eru treytaðar av, at Løgtingið eisini játtar 20 milliónir og tað hendir so í næstu framtíð.

Tilsamans verða sostatt 58 milliónir tøkar fyri ætlanina.

Men samstundis er ætlanin at gera frítaka verkætlanina fyri mvg og sostatt kann byggjast fyri góðar 70 milliónir í Suðuroy, staðfestir Edmund Joensen.

Hann sigur, at fíggjarligi ringvirkningurin av Saltsilo-verkætlanini verða stórar, so tað má sigast at vera ein sera góð íløga.

- Pengarnir koma væl við í Føroyum í einari tíð við búskaparligari afturgongd, leggur hann afturat.