Skapandi vinnur eru tryggar íløgur

Tað er ofta ringt hjá skapandi vinnum at finna fígging, hóast vandin fyri at tapa pening, ikki er so stórur

Tað eru nógvir føroyingar, sum fáast við skapandi vinnur.

 

Men nú skal ein heildarætlan gerast við tí endamáli at gera eggja hesum fólkum at seta seg niður í Føroyum og at geva teimum góð kor at virka undir.

 

Tað sigur Oyvindur av Skarði, fulltrúi á Vinnumálaráðnum. Hann er við í einum arbeiðsbólki, sum nú er settur at gera eina heildarætlan fyri skapandi vinnur í Føroyum.

 

Hann sigur, at eitt, sum vísir seg, er, at ofta er tað torført at fáa nakran at fíggja skapandi vinnur, hóast kanningar vísa, at tær eru líka tryggar, sum aðrar vinnur.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Oyvind av Skarði greiða frá arbeiðnum at gera eina heildarætland fyri skapandi vinnur