Verkhúsið í Sørvági er tað nýggjasta verkhúsið í Føroyum, tað hevur bara eitt og eitt hálvt ár á baki. Áðrenn hølið var til taks varð hildið til í skúlanum í Sørvági.
Sum tað er nú, eru tað átta starvsfólk sum arbeiða á verkhúsinum. Susan Tavsen er leiðari og hevur eitt fólk aftrat sær í hálva tíð.
Verkhúsið er til fyri tey menningartarnaðu, og øll millum 18-67 eru vælkomin at arbeiða har. Tey sum koma til verkhúsið í Sørvági búgva øll heima.
Vit hjálpa teimum við forarbeiðinum og avslutninginum av tingunum, alt harímillum gera tey sjálvi, sigur Susan Tausen.
Lutirnir líkjast nógv tí, vit síggja í vanligum klædna- og møblahandlum, men her eru lutirnir hondgjørdir.
Vit binda við við maskinu og tøva, og so tøva vit eisini ull, seyma og fáast við decoupage, sigur Susan.
Tey menningartarnaðu sum arbeiða í verkhúsinum fáa onga beinleiðis løn eftirsum tey fáa pensión. Tí er heldur ongin møtiskylda hjá teimum.
Men um ein skal døma av úrslitinum, so sær út sum verkhúsið í Sørvági hevur nógv virksemið.










