Skapandi ungdómur í Sjónleikarhúsinum

Seinnapartin í gjár fóru ungdómarnir í Havnar Sjónleikarhúsi fyri seinastu ferð á pall við væl umtókta sangleikinum »Oliver«. Á pallinum sóu vit ungdómar við góðum sjónleikarevnum. - Eisini tá hugsað verður um sang og dans.

Tað er skúlin í Havnar Sjónleikarafelag, sum seinastu dagarnar hevur sýnt fram sangleikin »Oliver« eftir Lionel Bart í Sjónleikarhúsinum í Havn. Sangleikurin snúði seg um foreldraleysa og fátæka Oliver Twist, ið enski rithøvundin Charkes Dickens skrivaði um í 1838.
 
Í leikinum var serligur dentur lagdur á spælið. Pallurin var fyri tað mesta berur, og búnarnir neutralir. Men ungu sjónleikararnir megnaðu til fulnar at fylla pallin við stórum huga og góðum evnum. Somuleiðis var leikurin á tremur við góðum songum, ið allir vórðu framførdir »live«. Og má hetta sigast at eitt satt bragd, um hugsað verður um, at leikararnir bert eru 12-15 ára gamlir. Eingin smæddist burtur  hvørki í leiki ella sangi, sum vórðu bornir fram livandi og lætt.
Alt í alt ein góður sangleikur við skapandi sjónleikarum, ið vit vónandi fara at síggja meira til á pallinum komandi árini.
--
 
FAKTA
 
Leikstjóri: Hedvig Westerlund-Kapnas

Leikarar:
Oliver: Birita A. Davidsen
Skálkurin: Jenny Kragesteen
Fagin: Brynhild Weihe
Harra Bumble: Jóhanna Magnusardóttir
Bill/Frú Corney: Súsanna Holm Poulsen
Nansy: Astrið Simonsen
Mr. Brownlow: Bjørt Andreassen
Bet/Frú Bedwin/Gamla Sally: Heidi Eltør
Drongur/Politistur: Marin Búadóttir

Ljós/ljóð: Hjalmar Holm og Theodor Kapnas
Klaver: Stamen Stanchev
Raddarvenjari: Sanne Storm
Týtt leikin til føroyskt: Bergur Rasmussen.