Skapandi Spírar spretta aftur

Verkætlanin Skapandi Spírar, har børn í Vági royni skapandi evnini innan myndlist, er nú aftur á skránni

Í samband við, at Vágs Kommuna fyrst í oktober heldur sín 100 ára dag sum kommuna, er verkætlanin Skapandi Spírar aftur á skránni. Hear vikurnar fram til føðingardagsvikuna verður arbeitt, og so verður framsýning við myndunum, sum børnini tekna. Aggi Ásgeirsdóttir, listakvinna, er verkstaðsleiðari, tá børnini savnast at royna seg innan myndlist.

Aggi sigur, at hon m.a. roynir at varðveita ymiskleikan, ið er í teim ymsu myndunum, og so er ymiskt, ið børnini sleppa at royna, m.a. at gera sjálvsmyndir.

Tað eru eini 3 ár síðani, at verkætlanin Skapandi Spírar sá dagsins ljós á fyrsta sinni. Síðani hevur hon verið virkin av og á.

Nú hava børnini so aftur møguleikan at savnast um listina sum skapandi ítriv undir góðum umstøðum og við serkønari vegleiðing.

Í rúgvusmiklu skránni í føðingardagsvikuni hjá Vágs Kommunu fyrst í oktober er so eisini ein listaframsýning við myndunum, sum yngru borgararnir í kommununi, børnini, hava málað.