Øll tey, ið hava góð hugskot til at skapa trivna í Sjóvar kommunu, fáa nú ein ókeypis møguleika til hetta.
Bygdaráðið hevur samtykt at brúka bygdarhúsið sum karm fyri tiltøkum fyri allar aldursbólkar t.d. fyrilestrar, spælikvøld, sangløtur, afturhvarv og bygdaqiz.
Einasta treyt fyri tiltakinum er, at tað skal vera alment og ókeypis.