- Hetta er akkurát eftir lærubókini hjá russum, tí tað er soleiðis, teir altíð gera, áðrenn teir taka seg aftur, sigur danski hernaðarsøgufrøðingur, Niels Bo Poulsen, við danska TV2.
Hann er ikki á nakran hátt ovfarin av tí, sum er hent í ukrainska býnum Kherson seinastu dagarnar, áðrenn russiski herurin tók seg aftur úr býnum.
Hóast frøin er stór, nú ukrainski herurin hevur tikið Kherson aftur frá russum, so fer tað at taka langa tíð, áðrenn gerandisdagurin í landspartahøvuðsstaðnum verður aftur, sum hann var.
Áðrenn russar fóru úr Kherson, oyðiløgdu teir undirstøðukervið í býnum, soleiðis at íbúgvarnir fyribils mugu klára seg uttan samskiftisútgerð, vatnveiting, hita og el. Hetta ger eisini, at tørvur verður á grundleggjandi tingum, sum ukrainum tørva fyri at yvirliva.
Borgarstjórin í Kherson, Roman Holovnia, rópar støðuna rættiliga álvarsama.
- Tað er tørvur á vatni í býnum, og í løtuni er ikki nógmikið av heilivági. Her er ikki nógmikið av breyði, tí einki kann bakast uttan streym, sigur hann.
##med2##
Ukrainar geva sjálvsagt russum skyldina, tí teir hava oyðilagt alt hetta við vilja.
- Hetta snýr seg rætt og slætt um systematiskt at oyðileggja økini, tú rýmir úr, tá tú tekur teg aftur, sigur danski hernaðarsøgufrøðingurin, Niels Bo Poulsen.
Í grein í norska Dagbladet, har danski serfrøðingurin verður endurgivin, verður víst á, at endamálið við hesari oyðilegging er at geva ukrainska herinum trupulleikar.
- Men, hetta snýr seg eisini um at gera lívið hjá ukrainska fólkinum í býnum trupult og er soleiðis ein roynd at møða fólkið. Hetta sigur eitt sindur um russiska brutalitetin í krígnum, leggur hernaðarsøgufrøðingurin aftrat.