Foreldrini hava týdningarmiklastu ávirkanina á børnini. Tað er nógv, ð kann gerast fyri at hjálpa børnunum at útvikla sunnar matvanar fyri lívið. Fjølbroyttur mat hjálpir børnum at fáa tey føðsluevni, tey hava tørv á frá teimum ymisku matvørubólkunum. Tað gevur teimum eisini betri mót til at royna nýggjar matvørur, umframt at tað vísur seg, at tey fara at dáma fleiri sløg av matvørum. Tá ið børnini dáma nógv ymisk sløg av matvørum, er tað eisini lættari at planleggja máltíðirnar.
Skapa eitt vekt-sunt heim
Eitt vekt-sunt heim er eitt stað, har øll familjan livir á ein hátt, sum hjálpir teimum til at hava eina vekt, sum er sunn og hóskar til tey. Tað er galdandi bæði fyri børn og vaksin, bæði kløn og tjúkk. Eitt vekt-sunt heim snýr seg ikki um, at familjan skal vera uppá slankikur. Tað rúmar bæði tær sunnu máltíðirnar, tær sunnu millummáltíðirnar eins og søtmeti og líknandi. Rørsla er eisini ein týðandi táttur.
Av tí at tað eru vit sum foreldur, sum skapa rammurnar fyri tí heimi, ið familjan býr í, er tað eisini okkara ábygrd og vit, sum eiga at vísa leið fyri teimum broytingum, ið skulu til fyri at skapa eitt sunt heim.
Foreldur kunnu ávirka matvanarnar hjá børnunum
Foreldur hava stóra ávirkan á tann mat, sum børnini eta. Tað eru tey sum gera av, hvat fyri matvørur eru í húsinum, og nær familjan etur/ikki etur.
Foreldrini hava eisini torføru uppgávuma at syrgja fyri, at tað er javnvág ímillum at gera matreglar og at syrgja fyri, at teir verða hildnir. Hevur man til dømis avmarkað, hvussu nógv søtmeti man sleppur at eta, má man sum foreldur eisini syrgja fyri, at tað eru avmarkaðar nøgdir av søtmeti í húsinum.
Keypi mat inn saman við børnunum
At keypa mat inn saman kann læra børnini um mat og føðslu. Tosa við børnini um, hvar t.d. frukt, grønmeti, korn, mjólk og kjøt koma frá. Lat børnini vera við til at velja sunt.
Strangir matreglar kunnu geva baksláttur
Vegleiðing um, hvør matur er sunnur, og hvør er minni sunnur hjálpir børnum at velja rætt, og tað er betur enn at gera strangar reglar um, hvat man skal eta, og serstakliga hvat man ikki skal eta. Lat vera við at forbjóða nakrar matvørur – tað ger tær bara meiri freistandi. Bjóða í staðin altíð ein sunnan valmøguleika - sjálvt tá iðtað eru “ósunnir” munnbitar á borðinum.
Matreglar skulu vera galdandi fyri øll – bæði tjúkk og kløn
Hevur tú eitt barn, sum hevur tørv á at lætna, og gert tú sum foreldur alt ov strangar reglar og strong krøv til til barnið, so verður sunnur matur og lívsstílur samsvarandi við eitt lív við strongum reglum og keðiligum forboðum. Eru tað so eisini í familjuni bæði persónar, sum skulu lætna, og persónar, ið ikki skulu, kunnu strangar reglar, sum ikki eru galdandi fyri øll, føra við sær, at sjálvt tað mest motiveraða menniskja verður fyri ongum – og tað óansæð um talan er um eitt barn ella ein vaksnan.
Tá ið øll eta tað sama – bæði børn og vaksin - er tað ikki so nógv at tosa um. Dentur nýtist harvið ikki at vera lagdur á, hvør etur hvat, og nær tað verður etið.
Sunnur matur uttan hóvasták
Foreldur, sum eru ov eldhugað, tá ið tey borðreiða við tí sunna matinum, júst fyri at eggja og hugvekja barnið til at eta hann, kunnu lættliga uppliva tað mótsatta úrslitið. Ert tú alt ov jaliga innstillaður yvir fyri matinum, kann tað lættliga gera øll eitt sindur ivasom mótvegis, hvat tú ert úti uppá. Tað besta er at borðreiða matin utan hóvasták.
Tað kræsna barnið
Stórt sæð øll børn kunnu gerast kræsin. Tey eru av natúr bangin fyri øllum nýggjum, eisini mati. Mátin, vit sum foreldur koma fram við nýggjum mati uppá, er avgerandi fyri, hvussu børnini reagera.
Kanningar hava víst, at nýggjur matur skal borðreiðast upp til 10 ferðir, áðrenn eitt barn hevur samlað mót nokk til at at royna matin. Ein máti at koma fram við nýggjum mati uppá, kann vera at blíva við við at borreiða tann sama matin ella tilhoyri dag aftaná dag, uttan at gera tað stóra hóvastáki burturúr. Tey flestu børnini vilja til síðst eta matin. Roynið eisini nýggjan mat sjálvi. Forklára hvussu maturin t.d. smakkar og luktar. Bjóða eitt slag av nýggjum mati í senn. Bjóða nýggjan mat í byrjanini av máltíðini, meðan børnini eru mest svong. Lat vera við at undirvísa ella noyða børnini til at eta.
Lurta eftir barninum
Um barnið ynskir at eta – óansæð nær – so bjóða tí smáar, sunnar munnbitar. Gev eisini børnunum valmøguleikar. Spyr “Ynskir tú at eta blomkál ella brokkoli til døgurða” ístaðin fyri “Vilt tú hava brokkoli til døgurða”.
Børn gera sum mamman og pápin
Tað merkir sjálvandi eisini nakað, um børnini síggja at foreldrini eta matin. Et frukt, grønmeti og fullkorn til máltíðirnar ella millummáltíðirnar. Tá ið tað kemur til sunnan kost og lívsstíl, eru somu reglar galdandi sum fyri so nógv annað í lívinum – Tað er ikki nokk at siga tað, man skal eisini gera tað!