Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins
----------
Sjálvstýrisflokkurin seinnu árini gjørt nógv við at orða greiðan politikk. Landsnevndin hevur gjørt valskránna munandi meiri miðvísa og operativa. Valskráin er á veg.
Dimmalætting hevur av røttum lagt dent á at fáa praktiskan og samskipan politikk í brennidepilin. Tíverri sæst denturin tó mest í oddagreinum; tíðindi eru ov ofta um stríð og persónar, ov lítið um innihaldsligan politikk. Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt mong tíggjutals uppskot fyri tingið – harav fleiri eru samtykt – uttan umrøðu í ‘landsins einastu ávís.’ Havi til fánýtis hildið tíðindafund at greiða frá t.d. skúlareformi okkara, sum er so mikið áhugaverdur, at borgarstjórar umboðandi meirilutan av Føroya fólki vóru á hoyringsfundi um henda reform, sum er einasta greiða alternativ til ætlanir landsstýris.
Men lat meg fara inn í miðvísa og uppbyggiliga kjakið við oddagreinina. Hvørjar eru ætlanir okkara fyri føroyska búskapin? Jú, vit ætla liberala umskipan. Vinnustudningur og oyðsl skulu miðvíst avtakast. Fyrisiting og almannamál skulu lagast eftir ráðum og tørvi. Aðalstýrini verða 5 í tali, stovnar lagdir saman, kommunur lagdar saman. Fiskivinnan skal geva best møgulig íkast fyri búskapin. Skattur skal umleggjast frá inntøku og vinningi til dálking, olju og tilfeingi. Arbeiðsmegin skal vaksa og førleikamennast; vit fara at satsa sera stórt uppá útbúgvingar, bókligar, fakligar og eftirútbúgvingar, og vit fara at lata dyrnar upp fyri tilflyting og heimaturflyting. Umleggjast skal frá olju til jarðhita, sjóvarfalsorku og aðra varðandi orku. Hartil koma lægri skúlaaldur og hægri pensjónsaldur.
Fremjast í verki
Hatta vóru so nakrar yvirskriftir, men tær kunnu fremjast. Rakstrarstuðul til landbúnaðar, serskipanir fyri fiskivinnu, sum virka sum studningur, spjaddir og tilvildarligir frádráttir – burtur við tí! Saman við teimum komandi tilfeingisgjøldum, eins og olju- og dálkingargjøldum, fara skrottaðir studningar og frádráttir at fíggja munandi lægri lønarskatt fyri vanliga fólkið og vinningskatt fyri vinnulívið. Hetta setur gongd á.
Sjálvstýrisflokkurin er sera væl fyri við fólki. Listin hjá okkum hevur samanlagt førleikar at stýra landinum, við royndum innan øll viðkomandi øki, frá privatum vinnulívi, til almenna fyrisiting, til gransking, til sjálvsognarstovnar, til kommunur, og so frameftirni. Eitt átak hjá hópi okkara hevur verið uppskotið um realkreditt. Vit hava víst á, at um Realurin ger sum ætlanin var fyri 60 árum síðani, so fellur rentan, harvið eisini rentustuðulin. Læsa vit síðani fyri tilgongd í næstu uppgangstíðum, so forða vit húsaprísunum at fara á flog aftur, og um kr. 150.000.000 verða sum frá líður tøkar á fíggjarlógini. Nóg mikið at tvífalda Fróðskaparsetrið.
Vit halda sjálvstýri vera líka nógv fyri einstaklingar og bólkar sum fyri landið alt. Vit duga at rationalisera almenna geiran, tora at taka búskaparavgerðir og brúka ikki ófíggjaðar ella tilvildarligar skattalættar.
Vit skapa okkum bú her á landi. Vit byggja á bjartskygni, sjálvbjargni og tolsemi. Men vit hava førleikar og ætlanir at tryggja búskap. Vit leggja valskrá fram í næstum.










