Skansin varðveitast í upprunalíki

- Vit vilja fegin varðveita Skansan í upprunalíki, kanska pussa hann upp og skapa lív har úti, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

- Skansin er púra ósekur í øllum hesum útbyggingarætlanunum, men liggur av tilvild akkurát har, hann liggur. Tað undrar kanska nøkur, at Skansin sum fornminni nú verður lyftur upp á hædd við Kirkjubømúrin, ið verður umvældur fyri ótaldar miljónir.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

 

Hann heldur tað hinvegin vera óført, at nøkur gera vart við Skansan, sum eins og Tórshavnar kommuna vil Skansanum væl.

 

- Vit kunnu vera ósamd um, júst hvat er besta loysnin fyri Skansan. At kommunan hevur havt eyguni við Skansanum er sjálvandi bara tí, at vit eru góð við hann sum eina býarmynd. Vit vilja fegin varðveita Skansan í upprunalíki, kanska pussa hann upp og skapa lív har úti, so føroyingar og ferðafólk annars fara at brúka Skansan. Í okkara ætlanum liggur eisini, at vit snøgga alt uttanumøkið, fylla upp í bergið og gera grønar skráningar, sigur borgarstjórin.

 

Hann vísir á, at eingin aktivitetur er í økinum við Skansan. Økið er lítið áhugavert og illa egnað til nakað undirhalds- ella frítíðarvirksemi, sum støðan er.

 

- Men hetta kann skjótt broytast, og Skansin kann gerast miðdepil í einum lekrum havnarøki við rúmd fyri eini marinu og eini mentan, har vit kunnu hava virksemi, sum kombinerar býarmentan og maritima mentan í einum avbera hugnaligum umhvørvi.

 

Heðin Mortensen vísir á, at vanligt er aðrastaðni, at eitt smábátaumhvørvi liggur stutt frá góðum parkeringsviðurskiftum og umhvørvi við matstovum, handlum og undirhaldi. 

 

- Ofta liggja hesi øki nær við fiskivinnu- ella ídnaðarhavnir, og ofta eru fasilitetir til ymiskt undirhald á staðnum. Nú skjóta arkitektar uppá strípu upp, at alt okkara havnarøki skal gerast til ein mentanardepil. Í stóran mun er tað júst hetta, sum verður gjørt, sigur borgarstjórin í samrøðu við VikuskiftisSosialin, sum kom fríggjadagin.