Skansin á Svangaskarði

Fótbóltur: B68 fekk aftur í gjár á heimavølli stig ímóti einum av fremru liðunum á stigatalvuni, meðan EB/Streymur triðju ferð á rað stóð eftir við ongum á útivølli

– Vit høvdu eina vánaliga byrjan, men nú fer at líkjast hjá okkum, bæði tí vit spæla betur, fáa skaddar spælarar við aftur og tí vit sum heild arbeiða meira fyri sakini. Eg haldi, at vit nú kunnu spæla upp ímóti øllum hinum liðunum, sigur málskjúttin hjá B68 í gjár André Olsen.
Mikukvøldið kom B68 afturíaftur í heimadystinum ímóti oddaliðnum, B36, sum var á odda 2-0, so B68 í evstu løtu fekk vunnið sær ein 2-2 javnleik. Og í gjár fekk B68 einasta málið, tá EB/Streymur vitjaði á Svangaskarði, og sostatt hava toftamenn í teimum báðum síðstu heimadystunum vunnið sær líka nógv stig sum hinir seks undanfarnu dystirnir høvdu givið.
Einsamalla málið kom eftir spæl í 25 minuttir, tá B68 fekk brotsspark. Einastu menn rundan um bóltin vóru Sorin Anghel og Marni Djurhuus, og onkursvegna fekk Sorin skallað bóltin á armin á Marna, sum vendi ryggin til. Ikki var líkt til, at dómarin ætlaði at revsa hetta, men tá linjudómarin markeraði, mátti hann floyta.
– Eg skjeyt eftir jørð, men René Tórgarð í málinum fekk blokerað við fótinum. Tíbetur kom bólturin beint útaftur til mín, so eg í aðru atløgu kundi seta hann í netið, sigur André Olsen um málið, ið skuldi gerast tað einasta á Svangaskarði í gjár.

Mál kolldømt
Ikki tí, tað eydnaðist EB/Streymi at fáa bóltin í málið hjá B68 beint eftir steðgin, men málið, sum Levi Hanssen skjeyt, bleiv kolldømt fyri rangstøðu.
– Eg fekk ein rennibólt, sum eg tók ímóti innan fyri miðverjarnar hjá B68, men av tí at vinstri bakkur hjá teimum hekk eftir, haldi eg ikki, at tað var rætt at døma meg rangstaddan. Nú er kanska eitt sindur torført hjá mær sjálvum at gera av, hvussu leysur eg var, men onkur av viðspælarunum helt heldur ikki, at talan var um rangstøðu, tí ein hjá teimum hekk eftir, sigur Levi Hanssen, ið ásannar, at tað gongur ikki eftir vild hjá EB/Streymi fyri tíðina.
– Nei, tað gongur ov nógv upp og niður hjá okkum, og hetta er so triði útidysturin á rað, sum vit tapa. Onkuntíð hava vit spælt fínt og vunnið, men aðrar dystir hava vit ikki fingið úrslit eftir spælinum.

Ikki av tí besta
Dysturin á Toftum í gjár var ikki av teimum best spældu, og ein orsøk til tað var kanska tann turri vøllurin, ið gjørdi tað trupult at spæla, eins og vindurin eisini ávirkaði. Men tá tað er sagt, so gekk sjón fyri søgn, at B68 gjørdi meira fyri sakina og vann uppiborið.
EB/Streymur var – burtursæð frá kolldømda málinum – ikki so nær við at javna, sum B68 var við at økja, og sjálvt um gestirnir royndu at spenna álopsbogan í seinna hálvleiki, komu teir størstu kjansirnir í hinum endanum, har annaðhvørt stengurnar ella sera væl upplagdi René Tórgarð stóðu í vegin.
Liðini bæði møtast longu aftur á Svangaskarði hósdagin, tá fyrra hálvfinalan í steypakappingini er á skránni.