Frálíka fjepparafelagið hjá føroyska landsliðnum, Skansin ger nú klárt til næstu stóru uppgávuni, sum verður HM-undankappingardysturin ímóti Sveis. Dysturin verður spældur á Tórsvølli, fríggjakvøldið 9. juni klokkan 19.45
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 í gjárakvøldið. Prátað var við Andrass Thomsen frá Skansanum, sum eftirlýsir, at fleiri hartrópandi fjepparar keypa atgongumerki til áskoðaraseksjónina hjá Skansanum við nýggja FSF-húsið.
Andrass Thomsen heitir á fólk, sum vilja verða partur av frálíka landsliðsstuðulinum um at melda seg til á facebooksíðuni hjá Skansanum.
Ígjár vóru umleið 100 atgongumerki eftir til áskoðaraseksjónina hjá Skansanum. Væl hevur gingið at selt atgongumerki í dag, men enn eru pláss eftir til bestu og mest festligu áskoðaraseksjónina á Tórsvølli.