Ígjár manglaði landsliðsfjeppara-felagið, Skansin at selja umleið 45 atgongumerki til teirra seksjón á Tórsvølli til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Lettland, sum byrjar leygardagin 7. oktober klokkan 17.
Andrass Thomsen er glaður fyri undirtøkuna, sum tey fingu til seinasta heimadystin ímóti Andorra 3. september, og hvussu væl hinir áskoðararnir tóku undir við at stuðla.
Men skal Skansin kunnu geva landsliðnum optimalan stuðul er neyðugt, at teirra seksjón undir nýggja FSF-húsinum verður fylt við larmandi og stuðlandi áskoðarum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Andrass Thomsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 ígjár.









