Skansin hevur stóran týdning fyri landsliðsspælararnir (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Atla Gregersen, liðskipara sum vónar, at Skansin verður við at stuðla landsliðnum í Oslo og í Stokkhólmi

##med2##

Skansin hevur alt at siga fyri spælararnar á føroyska fótbóltslandsliðnum. Um støðan er 0-0, 0-1 ella 0-6 til mótstøðuliðið, so standa trúgvu og drúgvu fjeppararnir stútt og trúfast og stuðla landsliðnum við sangum, trompetspæli og herrópum.

Atli Gregersen, liðskipari hjá føroyska landsliðnum slær fast, at týdningurin Skansin hevur fyri landsliðið kann ikki undirmetast, og hann skilur væl, at Eurosport í 2016 valdi Skansan at verða "Man of the Match", tá Føroyar taptu 0-6 móti Portugal í 2016.

Nú vónar Atli Gregersen, at ferðin Skansin skipar fyri til útidystin á Ullevaal leikvøllinum í Oslo móti Noregi 15. november og til útidystin á Friends Arena leikvøllinum í Stokkhólmi móti Svøríki 18. november verður veruleiki.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðu við Atla Gregersen, og samrøðu við Jóhan Ásmundsson og Jóhan Hentze frá Skansanum, ið vitjaðu sendingina SportBoxin á FM1 seinnapartin.

(Samrøða við Atla Gregersen og 2 x Jóhan, Ásmundsson og Hentze frá Skansanum)