TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Andrass Thomsen frá fjepparafelagnum, Skansanum, sum er tikin upp niðri í Budapest.
Andrass er í tí stóra og heila nøgdur við føroyska avrikið í gjárakvøldið, og nú gera tey klárt í Skansanum at stuðla føroyska landsliðnum á tí seinasta heimadystinum ímóti Rumenia, sunnudagin klokkan 17 á Tòrsvølli. Dysturin er tann seinasti í undankappingini á hesum sinni.
Skansin skipar fyri tiltøkum frá klokkan 14 í bridgehúsinum, tá upphitingin til dystin byrjar.










