Júst í hesi løtu eru fyrireikingarnar til landsdystin av álvara við at taka skap. Leikararnir eru komnir á Tórsvøll, og beint nú eru leikarar á báðum liðum, Føroyum og Grikkalandi, á Tórsvølli og spáka á vøllinum, áðrenn slagið skal standa 19.45.
Men lagið uttanfyri leikvøllin er eisini gott. Uttanfyri Bridgehúsið í Gundadali er lagið av tí heilt góða, har heldur nýggja fjepparafelagið, Skansin, er í ferð við at hita upp. In.fo hevur tosað við Heina Poulsen Hellisdal, ið er limur í Skansanum. Skansin fekk selt 288 atgongumerki undan dystinum, ið eru ætlað til fjepparar, ið harðmæltir stuðla Føroyum.
- Lagið er framúr gott. Vit hava hitað upp síðani klokkan 17. Nú fara vit líka at slakka eitt sindur av, áðrenn vit av álvara fara at koyra á fram til dystin. Upphitingin endar við, at Skansin marsjerar inn á stadion, sigur Heini Poulsen Hellisdal, ið er í sera góðum hýri og klárur til dyst.
Heini dylur ikki fyri, at hetta er ein serligur landsdystur.
- Skansin hevur gjørt so nógv burturúr í dag, sum vit eiga at gera til hvønn landsdyst. Men sjálvandi eru vit øll eyka motiverað til hendan dystin, tí at vit vunnu ímóti teimum seinast, og tí vita vit, at tað ber til at vinna á teimum aftur.
Fyrr var tað bara 12. Maður, ið var einasta fjepparafelag hjá landsliðnum, men nú er Skansin so komin afturat. Tað er tó á ongan hátt talan um nakað slag av kappingarstríðið ímillum fjepparafeløgini, vísir Heini á.
- Einasta endamálið hjá bæði okkum og 12. manni er at stuðla landsliðnum og skapa ein góðan stemning, sigur Heini avgjørdur.
At enda varð Heini spurdur um, hvat dysturin endar í kvøld.
- Eg vænti ein 2-1 sigur til Føroyar í kvøld, vóru seinastu orðini frá Heina Poulsen Hellisdal.