Skansi Offshore hevur gjørt nýggjar avtalur fyri Sjoborg og Eldborg.
Felagið boðar í morgun frá, at "Det norske oljeselskap" hevur tillutað Skansa Offshore ein sáttmála fyri skipið “Sjoborg”.
Sáttmálin byrjar eftir ætlan í desember, og er fyri eitt ár fast, við møguleika fyri at leingja upp til 3,5 ár.
Skipið arbeiðir í løtuni fyri ExxonMobile, men hevur fyri tað mesta arbeitt fyri Statoil, síðan tað var leverað í 2012.
Norske Shell hevur tillutað Skansi Offshore ein sáttmála fyri skipið “Eldborg”.
Sáttmálin er fyri ein mánað fast við møguleika at leingja upp til 7 mánaðir. Sáttmálin byrjaði í oktober 2014.
Eldborg hevur seinastu tíðina arbeitt fyri Statoil í Mozambique og Tanzania.









