Skansatangi og Safir landað í Saltangará

Fiskivinna
Vilmund Jacobsen

Tveir trolarar hava landað til Fiskavirking í Saltangará í vikuni.
Safir, sum landaði mánadagin, hevði 80.000 pund tilsamans, harav 50.000-60.000 pund var upsi, sum virkið í Saltangará keypti.
Hósdagin landaði Skansatangi. Teir høvdu umleið 60.000 pund tilsamans, harav eini 50.000
pund var upsi.
Jason Johannesen sigur, at báðir trolararnir høvdu nakað av toski og hýsu, sum onnur virki
keyptu.
Síðsta leygardag landaðu partrolararnir, Fram og Vestmenningur, eisini í Saltangará. Teir høvdu umleið 200.000 pund tilsamans, harav eini 160.000 pund var upsi. Restin var toskur og hýsa.
Virkisleiðarin á Fiskavirking í Saltangará sigur, at heldur minni fiskur er á marknaðinum í løtuni, men enn hevur nóg mikið verið at gjørt á virkinum.
- Vit høvdu nakað lítið av fiski nú uppundir endan av vikuni, men keyptu eini 32.000 pund av
upsa úr Vestmanna, sigur Jason Johannesen.
Upsin, sum trolararnir fáa, er framvegis líka smáur. Meiri enn helmingurin er 4-arar.