Fiskivinna
Kollfirðingar ætla at fara at royna eftr krabba undir Føroyum. Teir hava keypt Skansatanga og gera hann nú út til hesa nýggju veiðuna. Spaniólar skulu keypa krabban.
Finnbogi Hansen í Kollafirði hevur saman við Holgari Johansen keypt Skansatanga. Finnbogi vil ikki siga, hvat skipið er keypt fyri, men bara at prísurin var rímiligur.
?Holgar er royndur á økinum, greiðir Finnbogi frá. Hann hevur í fleiri ár verið við til krabbafiskiskap í Grønlandi, og veit tí, hvussu farast skal fram.
Teir siga Skansatanga vera væl egnaðan til hesa veiðuna. Tað eru hekkutrolarar yvirhøvur, sigur Finnbogi Hansen. Alt verður sett út av hekkuni, so gott pláss kemur væl við. Drigið verður aftur sum við línu.
Teir fara ætlandi at royna út suður av grunnunum suðurvestantil, sigur Finnbogi Hansen. Suður móti markinum á djúpum vatni.
Krabbin verður hildin livandi umborð, og landað verður væntandi einar tvær ferðir um vikuna, sigur hann. Krabbin verður lagdur í kassar, sum skulu standa kalt og myrkt. Eitt sindur av sjógvi verður spulaður á soleiðis av og á, og so kunnu teir halda seg livandi einsar tríggjar dagar ella so.
Teir hava tryggjað sær marknað, sigur Finnbogi Hansen. Spaniólar keypa tað, sum er. Fyrrverandi fiskasølustjórin, Hans Johannes á Brúgv, sum í løtuni býr í Spania, fer at selja fyri teir.
Krabbin verður tikin sundur, tá hann er komin i land, og so verða kløur og kroppur fryst hvørt sær.
Einir seks - átta mans fara við Skansatanga, tá farið verður til fiskiskap nakað skjótt. hann liggur í løtuni á Fuglafirði, har spæl verður sett umborð, og onkrar aðrar umbyggingar verða gjørdar.
Finnbogi Hansen sigur, at teir hava enn ikki gjørt av, um skipið framhaldandi fer at eita Skansatangi, ella tað fer at skifta navn.