Eingin størri skaði hendi, tá sandbáturin, Skansanes, rendi á land í Storfjorden.
Video av hendingini sæst á tv2.no VIÐ AT TRÝSTA HER
- Tað kundi verið ein vanlukka, sigur Roar Kjølås á Fjordlaks við alistøðina Fausa í Storfjørðinum við Sunnmøre Posten.
Skansanes fór ógvuliga nær framvið endanum av alibrúkinum, og sleit einu ankringina til alibrúkið, áðrenn hann rendi á land.
Hendingin fór fram beint undan klokkan 13 Dýrabiðudag við Skotungneset.
- Var fiskurin sloppin úr nótini, kundi ein náttúruvanlukka staðist av, sigur Kjølås.
Sandbáturin helt fram til Valldal, har politiið kom umborð og tosaði við skiparan. Hildið verður, at skiparin er sovnaður í brúnni.
- Tað er eingin illgruni um promillu. Vit hava orsøk at halda, at skiparin er sovnaður á brúnni, sigur átaksleiðari Trygve Ødegård í Sunnmøre við Smp.no
Upplyst verður, at politiið fer at kanna málið nærri.
Video av hendingini sæst á tv2.no VIÐ AT TRÝSTA HER










