Nýggja bryggjan í Havn, sum bygd er á Skansabogarnar uttan fyri molan, verður millum manna kallað »Nyhavn«. Men hetta heitið eru øll ikki so fegin um. Ein teirra er Poul Mohr, skipasmiðjustjóri.
? Hatta navnið klingar ikki væl sigur hann, og biður okkum á blaðnum vælsignað lata vera við at nýta hatta navnið.
Sjálvur veit hann ikki rættuliga, hvussu nýggja havnarlagið skal kallast, men skjýtur upp at nevna tað »Skansabryggjan«, tí havnin liggur á Skansabogunum.
? Sum so hevur hatta havnarlagið ongantíð fingið eitt rættuligt navn, sigur Tórfinn Smith, sum er formaður í nevndini fyri Tórshavnar Havn. Hann sigur tó, at undir byggingini hevur hatta verið nevnt Ytra Víðkanin, hóast tað ikki er eitt navn sum so.
Tórfinn Smith heldur hugskotið hjá Poul Mohr at nevna tað Skansabryggjan vera eitt gott hugskot.










