Rohan Gunaratna er millum luttakararnar á einari stórari ráðstevnu, sum byrjaði í Keypmannahavn mánadagin. Evnið er altjóða yvirgangur. Dagliga arbeiðir hann sum leiðari á yvirgangsdeildini á einum trygdarstovni í Singapore, og hann verður mettur millum teir fremstu serfrøðingarnar á sínum øki.
- Tað er ein óreingiligur veruleiki, at Danmark hevur verið fríhavn hjá fleiri yvirgangsfelagsskapum. Eitt nú var Omar Abdel Rahman, sum er dømdur í sambandi við atsóknina at World Trade Center, í Danmark eitt tíðarskeið, sigur Rohan Gunaratna.
Spurdur, um Danmark eisini kann vera mál hjá altjóða yvirgangsfelagsskapum, svaraði serfrøðingurin ja. Einki land er undantikið hesari hóttanini, segði hann.
Rohan Gunaratna heldur, at amerikanararnir og altjóða samfelagið gjørdu eitt stórt mistak við at leggja seg eftir at gera av við Osama bin Laden og al-Qaeda aftan á atsóknina 11. september í 2001. Tí tað hevur bara havt við sær, at aðrir felagsskapir hava tikið seg upp.
- Sjálvt um al-Qaeda er viknaður nógv, eru fleiri limir í felagsskapinum fluttir til aðrar felagsskapir. Teir hava støð í Algeria, Tunis og Marokko. Teir gerast ein altsamt størri hóttan, og teir fara at fáa ein týðandi leiklut tey næstu fimm árini, sigur Gunaratna.
Hann heldur, at al-Qaeda hevur ikki so stóra ávirkan longur. Sambært Rohan Gunaratna eru millum 3.000 og 4.000 limir í felagsskapinum hjá bin Laden tiknir ella deyðir, og tí er felagsskapurin ikki longur førur fyri at fremja nakra stóra atsókn. Men aðrir eru komnir ístaðin, sigur hann og vísir á, at av fimm serliga blóðigum sjálvmorðsatsóknum í ár skipaði al-Qaeda bara fyri einari. Tað var ein í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh.